Lions stuðlar bókmentum

Hesa vikuna er landsfevnandi barna- og ungdómsbókafestivalur, »Kom og les«.

Hesa vikuna er landsfevnandi barna- og ungdómsbókafestivalur, »Kom og les«, sum hevur til endamáls at styrkja kunnleikan og medvitið um barna- og ungdómsbókmentir, við at varpa ljós á rúgvuna av føroyskum bókum til børn og ung, bæði upprunaføroyskar og umsettar.

 

Í hesum sambandi hava rithøvundar, sjónleikarar og onnur verið úti á skúlum og stovnum kring landið, har tey hava lisið upp og á annan hátt gjørt vart við barna- og ungdómsbøkurnar, sum eru komnar út á føroyskum seinnu árini.

 

Talan hevur verið um ókeypis tiltøk fyri bæði skúlar og stovnar, men fyri at hjálpa til, hava føroysku Lions-klubbarnir valt at stuðlað hesum landsumfatandi tiltaki við 12.000 krónum, ásannandi stóra týdningin, tað hevur at lesa.

 

Í samskipanarbólkinum, sum hevur arbeitt við barna- og ungdómsbókafestivalinum, hava sitið umboð fyri Bókadeild Føroya Lærarafelags, Tjóðpall Føroya, Býarbókasavnið í Havn, Rithøvundafelagið, Norðurlandahúsið og Nám.

 

Eitt av hesum umboðum, Hanne Magnussen frá Býarbókasavninum í Havn, tók hóskvøldið ímóti stuðlinum frá Lions Club í Føroyum, sum ovasti leiðarin í distriktinum í ár, Niels Nattestad, handaði.

 

Síðsta tiltakið á “Kom og les” verður í Norðurlandahúsinum leygardagin 5. apríl frá klokkan 13 til 17, har foreldur, ommur, abbar og onnur áhugað eisini fáa høvi at koma til ymisk bókmentalig tiltøk.