Týsdagin handaði Bjarni Ziska Dahl, formaður í Lions Club í norðoyggjum, Finn Johannesen, ungdómsvenjara hjá KÍ ein kekk í sambandi við, at hann skal á vitjan í býnum Liverpool. Hann verður gestur hjá fótbóltsfelagnum Everton FC, sum hevur eitt framúr ungdómsarbeiði.
Endamálið við ferðini er, at Finn skal nema sær meira vitan innan venjarayrkið.
Hann fer avstað tann 30. august og verður burtur í ein mánað.










