Lions ráðstevna í Føroyum

Tíðindaskriv

Komandi vikuskifti, 14. - 16. januar verður skipað fyri norðurlendskari ráðstevnu fyri lionslimir á Hotel Føroyum.
NSR , Nordisk Samarbejdsråd, hevur seinastu 40 árini skipað fyri ráðstevnu á hvørjum ári. Hetta er tó fyrstu ferð at tiltakið er í Føroyum.
Teir 5 føroysku lionsklubbarnir eru partur av einum av teimum fýra donsku fylkjunum fyri lionsklubbar. Skipanin sigur, at fyri at kunna skipa eitt fylki, skal limatalið vera 1250. Tí talinum røkka vit ikki í Føroyum.

Í ár áttu danir at taka sær av NSR, og tá ið teir vendu sær til LC Tórshavn um at kanna møguleikarnar fyri at hava tiltakið í Føroyum, varð tikið av.

Stevnan verður sett í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 14. januar kl. 13.
Seinnapartin verða "workshops" av ymiskum slagi. Fyrrapartin leygardagin verður ársins tema á skránni. Tróndur Djurhuus, menningarstjóri, fer tá at leggja upp til kjak við evninum "Har Norden som begreb nogen berettigelse i en globaliseret verden". Seinnapartin leygardagin er so sjálv ráðstevnan, og um kvøldið verður veitsla fyri 375 fólkum.

Úr útlondum koma 227 fólk, 86 norðmenn, 25 finnlendingar, 42 sviar, 60 danir, 11 íslendingar, 1 týskari, 1 estlendingur og 1 amerikumaður.


v. LC Tórshavn

Niels Nattestad