Lions Liljan letur peningagávu til ADHD-felagið

Umboð fyri Lions Club Liljuni handaðu á samkomu umboðum fyri ADHD felagið peningagávu

Frá vinstru Ása Johnsdóttir og Elin H. Joensen frá Lions Liljan og Maiken á Mýruni og Bjørg Dam, frá ADHD-felagnum

Kvinnufelagsskapurin hjá Lions Club í Havn (Liljan) hevur sum endamál, eins og allur Lions felagskapurin, at veita stuðul til arbeiðið, sum tey meta gevur meining, har tørvur er. 

 

– Hesaferð valdu vit at stuðla ADHD-felagnum, ið hevur ætlanir, at gera upplýsandi tilfar, so alsamt fleiri koma at kenna til og vera tilvitað um, hvussu farast skal við teimum, ið hava ADHD, sigur felagið í tíðindaskrivi.

 

Ætlanin er, at tilfarið skal vera á føroyskum, sum tekur støði í avbjóðingunum og møguleikum ein hevur við ADHD í Føroyum, bæði hvat viðvíkur skúla- og dagstovnatilboðum og almennu skipanunum. Umframt at vera sjónlig á sosialu miðlunum, so er eisini ætlanin at gera onkran faldara.

 

ADHD felagið er eisini í ferð við eina kunningarferð kring landið við upplýsing um felagið og kunning um ADHD í síni heild.

 

– Við hesi peningagávuni, sum er eitt gott íkast til okkara arbeiðið at upplýsa um ADHD kunnu vit nú gera enn meira, enn vit annars høvdu kunnað, og vit eru ótrúliga takksom fyri hesa peningagávuna, sum kemur sera væl við, siga umboðini, ið tóku ímóti peningagávuni.

 

Frá vinstru Ása Johnsdóttir og Elin H. Joensen frá Lions Liljan og Maiken á Mýruni og Bjørg Dam, frá ADHD-felagnum