Kvinnufelagsskapurin hjá Lions Club í Havn (Liljan) hevur sum endamál, eins og allur Lions felagsskapurin, at veita stuðul til arbeiði, sum gevur meining og har tørvur er.
– Í summar valdi Lions Liljan at stuðla Autismufelagnum, ið hevur ætlanir um at gera upplýsandi tilfar, so alsamt fleiri koma at kenna til og vera tilvitað um, hvussu vit eru saman við teimum, ið hava Autismu, so tey føla seg væl saman við okkum.
– Við hesi peningagávuni, sum er eitt gott íkast til okkara arbeiði at upplýsa um Autismu, kunnu vit nú gera enn meira, enn vit annars høvdu kunnað, og vit eru ótrúliga takksom fyri hesa peningagávuna, sum kemur sera væl við, siga umboðini, ið tóku ímóti peningagávuni.
Umboð fyri Lions Club Liljuna handaðu, á samkomu beint undan summarfrítíðini, umboðum frá Autismufelagnum peningagávuna uppá kr. 25.000,-.