Aftur hesa ólavsøkuna løgdu nógvir av ólavsøkugestunum leiðina fram listaframsýningini hjá Lions Club í Müllers Pakkhúsi og gjørdist úrslitið av framsýningini framúr gott.
Ikki færri enn 222 verk frá 53 ymsum listafólkum vóru at síggja og heili 54 listaverk vórðu seld. Saman við inntøkum av atgongumerkjum gav tað umleið 70.000 krónur. Hesir pengarnir fara til eina stóra ráðstevnu um orðblindni, sum verður á Hotel Føroyum tann 12. september, sum Lions Club Tórshavn hevur tikið stig til.
Nummar 440 vann málning
Tey vitjandi fingu útflýggjaða eina skrá, ið var við í lutakasti um ein málning, sum Øssur Mohr í Fuglafirði hevði málað.
Vinnarin hesa ólavsøkuna gjørdist nummar 440, og er tað ein av gestunum, sum vitjaði framsýningina ólavsøkudag millum klokkan 16 og 18, sum eigur tann seðilin. Vinningurin fæst við at venda sær til Mortan Poulsen á telefon 211470.
Í Lions Club Tórshavn eru tey sera fegin um góða úrslitið og vilja tey hervið takka øllum, sum vitjaðu framsýningina, sýndu listaverk fram, keyptu listaverk og annars vóru við til enn eina ferð at gera framsýningina til eitt gott tiltak.