Lions latið Symfoniorkestrinum 35.000

Áðrenn nýggjárskonsertin hjá Føroya Symfoniorkestri byrjaði sunnukvøldið, handaðu umboð fyri Lions Club í Eysturoy og í Klaksvík Poul Jákupi Thomsen, formanni fyri Føroya Symfoniorkestri, ein kekk upp á 35.000 krónur. Hetta var peningur, sum feløgini hava savnað saman til tess at stuðla orkestrinum ? uttan at orkestrið hevði fingið nakað at vita um tað.

Lions Club vil á henda hátt vísa á eina gongda leið at stuðla orkestrinum fíggjarliga, eftir at tað í fjør kom fram, at vandi var fyri, at orkestrið fór at detta niðurfyri.
Poul Jákup Thomsen er sum vera man fegin um pengarnar, og hann sigur seg eisini merkja ein ávísan áhuga fyri at stuðla orkestrinum.

? Um nú tað almenna hækkaði stuðulin nakað, og vit í størri mun eisini fingu stuðul frá privata vinnulívinum, so liggur væl fyri at fíggja orkestrið, sigur Poul Jákup Thomsen.
Tilsamans 167 fólk mannaðu hesaferð orkestur og symfoniorkestur, 100 fólk í sangkorinum og 67 í orkestrinum. Tað er størsta talið, ið hevur spælt í orkestrinum til nýggjárskonsert, vanliga eru um fimmti fólk í orkestrinum.