Í 1970 sigldu 20 bátar, í ár 30 ár seinri vóru 36 bátar tilmeldaðir av teimum vóru tað 33/31, sum sigldu. Bert 2 bátanøvn gingu aftur í 1970 og 1999, tey vóru Hoyvíksbáturin og Ternan.
Tað var frískur vindur av vestri við einstøkum glaðum, tá bátarnir startaðu kl. 15.20. Stutt eftir at seglini vóru sett, vóru tveir bátar so óhepnir at fáa eina glaðu so teir kollsigldu.
Tíbetur hendi ongin mansskaði, annað enn tað at menninir fingu karm.
Í siglingartreytunum hjá Lions er álagt monnunum sum sigla at vera í bjargingarvesti/belti. Í hesum føri kundi ein rættuliga ásanna hvussu neyðugt tað er. Siglarnir vóru allir í bjargingarvesti/búna, og vóru skjótt fingnir innanborða aftur av hjástøddum hjálparbátum.
Annars vóru líkindini góð at sigla og vinnari gjørdist »Thyra« við Svenn Berg av Strondum. Nr. 2 gjørdist »Gjáarbáturin« við Janusi Petersen úr Kollafirði og nr. 3 gjørdist Olivia við Jóan J. Andreasen úr Kollafirði.
Aftaná varð bjóðað til kaffi og pannikøkur í matarsalinum hjá Fiskavirking. Eftir at hava handað teim vinnandi steypini segði Jógvan Mørkøre nøkur vælvald orð til fólkið í tí fullsettu matarhøllini. Ein hugnalig løta.