Árliga ólavsøkuframsýningin hjá Lions Club Tórshavn er aftur í ár í Müllers Pakkhúsi í Havn, har bæði ólærd, sjálvlærd og onnur sýna fram síni listaverk. Sum altíð, er endamálið at savna saman pengar til eitt vælgerandi endamál.
Framsýningin letur upp í Müllers Pakkhúsi seinnapartin hósdagin 27. juli og heldur fram ólavsøkuaftan, ólavsøkudag og sunnudagin 30. juli. Hósdagin verður opið klokkan 16-20, ólavsøkuaftan og ólavsøkudag klokkan 14-20, og sunnudagin verður opið klokkan 16-20.
- Longu nú ber til hjá áhugaðum framsýnarum at melda síni listaverk til framsýningina. Freistin at melda seg til ólavsøkuframsýningina í Müllers Pakkhúsi er fríggjadagin 21. juli, og listaverkini skulu latast inn í Müllers Pakkhúsi sunnudagin 23. juli millum klokkan 16 og 18.
Lagt verður aftrat, at óseldir málningar skulu heintast aftur sunnudagin 30. juli millum klokkan 20 og 21.
Nærri kunning um, hvussu tú kanst melda teg til, sæst á heimasíðuni lions.fo ella á Facebook-vanganum hjá Lions Club Tórshavn, facebook.com/lionstorshavn. Sum tað hevur verið hesi síðstu árini, kann hvør framsýnari í mesta lagi hava trý listaverk við.
- Ágóðin av framsýningini fer óskerdur til eitt vælgerandi endamál ella felagsskap, sigur Lions Club Tóshavn.