Seinnapartin sunnudagin skipar Lions Club Tórshavn fyri árliga adventshugnanum í Viðarlundini í Havn, har fólk kunnu keypa jóladekoratiónir, brenni og tilfar til dekoratiónir og vera við til at stuðla keypi av tandem-súkklum til blind og sjónveik.
Hetta tiltak hevur heili 25 ár á baki. Lagt verður fyri klokkan 14 og hildið verður fram til klokkan 16.30, og eins og øll hini undanfarnu árini er endamálið við tiltakinum at útvega pengar til vælgerðar endamál.
Hesaferð fer allur ágóðin til Sjóndepilin og Blindafelagið, so tey kunnu keypa nýggjar tendem-súkklur til blind og sjónveik. Tvey kunnu sita á hesum súkklum í senn, so ein síggjandi kann stýra, meðan tann blindi ella sjónveiki kann njóta túrin og saman við hinum traðka á pedalirnar.
At Lions velur at hjálpa og stuðla blindum, er ikki nakað nýtt, tí fleiri ferðir fyrr hevur Lions Club kring knøttin sett tey blindu og sjónveiku á dagskránna - við brillum til blind í menningarlondum og øðrum tiltøkum.
Í hesum Lions-árinum hevur Lions Club Tórshavn sett fokus á blind og sjónveik, og tí verður keypið av tandem-súkklunum stuðlað hesaferð.
Annars er tiltakið í Viðarlundini sunnudagin eitt familjutiltak burturav, har øll eru hjartaliga vælkomin, og nógv verður gjørt burtur úr at hugna um hjá bæði smáum og stórum. Millum annað fer jólamaðurin at geva sær stundir at koma ein túr framvið við onkrum góðum í posanum.
Aftur í ár fara limir í Havnar Hornorkestri at hugna um løtuna við jólaligum horntónleiki, og sjálvt økið verður pyntað við ljósketum, umframt at bál verður tendrað og livandi ljós eru sett fram við ánni.
- Kaffi, kakao, bollar, vaflur, mandarinir og sunkist fæst til keyps á staðnum, og eisini ber til at keypa lidnar jóladekoratiónir ella tilfar til dekoratiónir, um fólk hava hug at hugna sær víðari heima við hús, sigur Lions Club Tórshavn.