Lions Club Tórshavn heiðraði herfyri týska serlæknan, Ulrike Steuerwald, fyri hennara stóra avrik í sambandi við CTD í Føroyum. Á hvørjum ári heiðrar Lions Club Tórshavn annaðhvørt einstakling ella felagsskap við heiðrinum, ?ársins borgari?. Men tá henda árliga ímyndarliga viðurkenning skuldi latast herfyri, varð tó farið út um bæði býar- og landamark.
Lions Club Tórshavn valdi nevniliga at heiðra serlæknan, Ulrike Steuerwald, fyri hennara heimskenda, læknavísindaliga avrik innan ?carnitine transporter defect?, stytt CTD, í Føroyum.
Í heiðursskjali, læknin fekk frá Heina Olsen og Bent Jákupi Hansen, sum umboðaðu Lions Club Tórshavn, stendur at lesa, at heiðurin hesa ferð verður latin ?við takksemi Føroya fólks?.
?Áhaldandi ídni hennara kann bjarga mongum mannalívi her á landi um allan heim?, verður somuleiðis staðfest í heiðursskjalinum til Ulrike Steuerwald.
Við heiðrinum fylgdu sum vanligt 3.000 krónur, ið týski serlæknin ynskti at lata CTD-felagnum, ið sostatt eisini kann fáa gagn av heiðrinum, eins væl og stóra arbeiði hennara.










