Lions gestir úr 10 londum

Seinastu tríggjar vikurnar hevur Lions havt vitjan av 20 ungfólkum, ið hava tikið lut á altjóða Lions ungdómslegu í Føroyum. Til samans umboðaðu luttakararnir ikki færri enn 10 lond – Meksiko, Ísrael, Pólland, Turkaland, Spania, Italia, Holland, Estland, Ukraina og Danmark.


Skiftisskipan

Tvær tær fyrstu vikurnar av ferðini í Føroyum hava teir 20 luttakararnir búð privat hjá føroyskum Lionslimum kring landið. Her hava tey havt høvi at uppliva føroyska gerandisdagin. Altjóða Lions ungdómslegan er nevniliga eitt slag av skiftisskipan, sum hevur til endamáls at geva ungfólki úr ymsum londum høvi at koma at kenna hvønn annan og uppliva aðrar mentanir. Ungfólk úr Føroyum hava eisini javnan verið við á hesum legum aðrastaðni.

Altjóða Lions ungdómslegan er ein afturvendandi lega, ið 10. hvørt ár verður hildin í Føroyum.

Ferðast kring landið

Á vitjanini í Føroyum hava tey ungu eisini nýtt høvið til at ferðast kring alt landið. Fríggjadagin var Tórshavnar Kommuna so vertur við ein døgurða á Hotel Tórshavn. Aftaná varð skipað fyri einum túri í gomlu Havnini, har Ingigerð á Trøðni greiddi gestunum frá.

Sambært formanninum í Lions í Havn, Børge Hansen, hevur legan eydnast væl, og gestirnir hava verið serstakliga væl nøgdir við vitjanina í Føroyum.

Tey 20 ungfólkini fara avstað aftur í morgin.