Lions Føroyar eru nøgdir við undirtøkuna

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Børge B. Hansen fegnast um undirtøkuna at stuðla Fountainhúsinum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu við Børga B. Hansen frá Lions Føroyar, sum saman við FSF skipar fyri árliga stórsteypadystinum.

 

Børge fegnast um, at 20.000 krónur komu inn til stórsteypadystinum. Lions Føroyar leggja 30.000 krónur aftrat, so Fountainhúsið fær eina samlaða upphædd uppá 50.000 krónur. Ein fegin leiðari, Súna Mørk tók saman við einum limi í Fountainhúsinum ímóti peninginum aftaná dystin millum Víking og B36, sum Víkingur vann 8-6 aftaná brotssparkskapping. 

 

Á myndini sæst Súna Mørk uttast til høgru.