Eisini Lions felagsskapurin í Føroyum hevur latið neyðhjálpt til tey, sum eru rakt av herviligu náttúruvanlukkuni á Haiti. Tað upplýsir Niels Nattestad, økisformaður hjá Lions í Føroyum í tíðindaskrivi í kvøld
- Øll heimsins eygu hava seinastu dagarnar verið vendir móti vanlukkuni á Haiti, og tað eru ikki tespiligar myndir, vit dagliga síggja haðani, sigur hann
Brúk er fyri nógvari hjálp, og nógvir hjálparfelagsskapir gera sítt ítarsta fyri, at tey, ið eru komin frá vanlukkuni við lívinum, skulu fáa tak yvir høvdið, klæðir, mat , vatn og heiligvág.
Nógvur peninguri skal til fyri at fíggja hjálpina, og tað er gleðiligt at frætta,at tað stendur ikki á at útvega hendan peningin.
Føroysku Lionsklubbarnir hava gjørt av at veita 25000 krónur og peningurin verður latin ígjøgnum Reyða Kross í Føroyum.