Lions Eysturoy læt lyftir til tey gomlu í Runavík

Á samkomu á Eysturoyar Røktar-og Ellisheimi seinasta fríggjadag handaði Lions Eysturoy tvær lyftir sum gávu til heimið. Tordur J. Niclasen, fyristøðumaður, takkaði fyri, at lionsfelagið enn einaferð hevur víst gávumildni mótvegis heiminum. – Stórfingnað gávan kemur sera væl við og fer at verða mongum at gagni, segði fyristøðumaðurin

Gáva

Seinasta fríggjadag handaði Lions Eysturoy tvær lyftir sum gávu til Eysturoyar Røktar-og Ellisheim í Runavík.
Tað var Harley Joensen, virkandi formaður í felagnum, sum handaði lyftirnar.
Harley Joensen sigur, at tað var Røktar-og Ellisheimið, sum vendi sær til Lionsfelagið og spurdi, um tey høvdu møguleikan at hjálpa teimum at útvega hesar lyftir, sum skulu brúkast til at lyfta tey gomlu við.
Hvør lyfta kostar umleið 13.000 krónur, umframt kostnaðin av seðlunum, sum hoyra til hvørja lyftu.

Aftur í søguna
Tað var fyristøðumaðurin á Eysturoyar Røktar-og Ellisheimi, Tordur J. Niclasen, sum tók ímóti stórfingnu gávuni.
Í síni takkarrøðu mintist hann aftur á søguliga dagin, tá Lions Eysturoy sá dagsins ljós hin 8. desember í 1969, og tá felagið sum eitt tað fyrsta setti sær fyri at stuðla ætlanini at byggja Røktar-og Ellisheim í Runavík
- Hetta gjørdist eisini sjón fyri søgn, tá lionsfelagið nøkur ár seinni handaði stórfingna peningagávu, ið gjørdist eitt munagott íkast til, at Røktar-og Ellisheimið í Runavík gjørdist veruleiki.
Tordur J. Niclasen takkaði eisini Lions Eysturoy fyri, at felagið enn einaferð hevði víst gávumildni mótvegis heiminum og legði dent á, at henda stórfingna gáva kemur sera væl við og fer at verða mongum at gagni, sum hann tók til.
Eftir handanina av lyftunum varð borðreitt við kaffi og onkrum leskiligum afturvið.

Vælgerandi stuðul
Í Føroyum eru fimm Lionsfeløg, sum øll virka fyri vælgerandi endamálum.
Harley Joensen sigur við Sosialin, at feløgini verða rikin við tí limagjaldi, sum tey fáa, og síðan fer alt, sum savnað verður við ymiskum tiltøkum, óskert til vælgerandi endamál.
- Okkara felag hevur givið fleiri av eldrasambýlum í Eysturoy lyftir, og vit hava eisini latið barnadeildini á Landssjúkrahúsinum leikutoy, sigur virkandi formaðurin í Lionsfelagnum í Eysturoy.
Nú Reyði Krossur savnar inn pening til Haiti, hava føroysku Lionsfeløgini í felag latið 25.000 krónur til hjálpararbeiði har.