Lions Club Tórshavn stuðlar blindum

Lions klubburin í Havn hevur nú latið Sjóndeplinum eina gávu á 30.000 krónur.

 

Peningurin skal brúkast til at keypa tvær tvísúkklur.

 

Tað er inntøkan frá einum tiltaki, Lions Klubburin í Havn hevði á jólum, sum nú verður latin Sjóndeplinum.

 

Ein tvísúkkla er ein súklla við tveimum setrum tveimum settum av pedalum.

 

Á slíkari súkklu kann fólk við skerdari, ella ongari sjón, eisini súkkla, tí tað er førarin, ið hevur sjónina, sum er førari á túrinum.

 

Ein avbjóðing, ið fólk við skerdari sjón stundum hava, er at vera kropsliga virkin og ein tvísúkkla kann verða eitt hent amboð í so máta.

 

- At stuðla blindum og sjónveikum, hevur verið eitt av hjartamálunum hjá Lions í øllum heimsins londum í skjótt 100 ára longu søguni hjá hesum altjóða felagsskapinum, sigur Lions Klubburin í Havn.

 

Á hugnaløtu hjá Lions Club Tórshavn tóku Maria Hansen og Uni Rasmussen frá Sjóndeplinum ímóti gávuni, sum Poul Geert Hansen, forseti í LC-Tórshavn, høgrumegin, handaði.