Lionel Messi vinkar til PSG-viðhaldsfólk á fronskum flogvølli

Argentinska heimsstjørnan Lionel Messi er lendur í París, har hann helst skal skriva undir sáttmála við PSG

Skiftið hjá Lionel Messi til Paris Saint-Germain nærkast í stórum.

 

Seinnapartin í dag er argentinska heimsstjørnan lend í Le Bourget floghavnini norðan fyri París, og hann ehvur eisini heilsað upp á fronsku viðhaldsfólkini.

 

Í eini T-shirt við áskriftini »París« vinkar hann úr einum vindeyga á flogføllinum út ímóti stóru fólkamongdini.

 

Skiftið til franska stórfelagið tykist endaligt, og nú manglar bara endaliga váttanin upp'a, at Lionel Messi hevur skrivað undir sáttmálan.

 

Seinnipartin í dag hevur PSG kallað inn til tíðindafund í morgin klokkan 10 á leikvøllinum.

 

##med2##

 

PSG hevur eisini deilt eina video, sum ikki kann tulkast øðrvísi, enn at tað er bara ein spurningur um tíð, til undirskriftin er upp á pláss.

 

Fyrr í dag var pápi Lionel Messi úti við boðum um, at sonur hansara skiftir til PSG.

 

Slatrið sigur, at Lionel Messi skrivar undir ein tvey ára sáttmála í franska høvuðsstaðnum.

 

Harvið kunnu viðhaldsfólkini hjá Barcelona sleppa dreyminum um, at hann brádliga vendir aftur til felagið, sum hann hevur verið í, síðani hann var 13.

 

Í síðstu viku boðaði Barcelona frá, at tey vóru samd við Lionel Messi um ein nýggjan sáttmála, men at tey av fíggjarligum ávum ikki kundi skriva undir.

 

Sunnudagin segði Lionel Messi við tárum í eygunum felagnum, hann hevur verið í í meira enn 20 ár, farvæl.

 

/ritzau/

 

 

 

Stór mannamúgva tók ímóti Lionel Messi og ynskti honum vælkomnan til París. Ein Barcelonatroyggja sæst eisini. - Foto: Yves Herman/Reuters