Lionel Messi skoraði tvey mál í fyrra hálvleiki móti Real Betis í kvøld. Tað merkir, at hann hevur skotið 86 mál í 2012. Tað er eitt fleiri enn Gerd Müller, sum hevði gamla metið við 85 í 1972.
Lionel Messi fór annars skaddur av vøllinum mitt í vikuni, tá Barcelona spældi móti Benfica, men hann var klárur at í kvøl til útidystin móti Real Betis.
Longu aftaná eitt korter legði argentinski bóltsnillingurin Barcelona á odda, tá hann rak framvið Real Betis verjuni, og sendi bóltin í handara síðunet.
Tíggju minuttir seinni økti hann til 2-0, tá Andres Iniesta inni í brotsteinginum hegnisliga spældi til Lionel Messi, sum úr somu støðu sum til fyrra málið, kundi smekka bóltin í handara síðunet.
Tað var so mál nummar 86 í 2012, og tað er nýtt met.










