Argentinski bóltsnillingurin hjá FC Barcelona er nú tann spælari, sum hevur skotið flest mál í sponsku landskappingini nakrantíð. Gamla metið var 251 mál, men í dag skoraði Lionel Messi mál nummar 251, 252 og 253 í 5-1 sigrinum á Sevilla á Camp Nou.
Lionel Messi, sum er 27 ára gamal, yvirhálaði í kvøld Telmo Zarra, ið hevði metið framman undan. Eftir mál nummar 252 bleiv Lionel Messi tveittur upp í loft av viðspælarunum. Hann hevur nú skotið hattrick nummar 27.
Lionel Messi hevur bara umboðað FC Barcelona í yrkisfótbólti.