Lionel Messi og Alexia Putellas eru heimsins bestu

FIFA The Best virðislønirnar vóru handaðar í París í Fraklandi í kvøld

Argentinski, Lionel Messi sum spælir við franska stórfelagnum, Paris Saint Germain, og sum gjørdist heimsmeistari við Argentina hevur vunnið enn ein stóran heiður.

 

Í kvøld handaði FIFA The Best virðislønirnar í París í Fraklandi. Lionel Messi var kosin at vera besti fótbóltsleikarin hjá monnum.

 

Spanska, Alexia Putellas sum spælir við FC Barcelona var kosin at vera besti fótbóltsleikarin hjá kvinnum.

 

- Hetta var eitt ótrúligt ár hjá mær, og tað er ein mikil heiður at koma her fyri at taka móti hesari viðurkenningini. Eg hevði ikki verið her uttan mínar góðu liðfelagar. Tað eru ikki nógvir sum vinna henda heiðurin, og eg eri heppin at vera ein av teimum, segði Lionel Messi.

 

Alexia Putellas var við spanska landsliðnum, sum í HM-undankappingardystum í 2021 vann bæði 10-0 og 12-0 á Føroyum. Hon skoraði mál í báðum dystunum.