Lionel Messi hevur nú eisini sett met, sum tann spælarin, ið hevur vunnið Ballon dOr flest ferðir. Í kvøld vann hann heitið sum heimsins besti fótbóltsspælari fyri fjórðu ferð.
Argentinski bóltsnillingurin vann heiðurin frammanfyri Cristiano Ronaldo, sum bleiv nummar tvey, og Andres Iniesta, sum bleiv nummar trý. Johan Cruyff, Marco Van Basten og Michel Platini hava vunnið tað tríggjar ferðir, men nú stendur Lionel Messi sum tann einasti, ið hevur vunnið heitið fýra ferðir.
Hann vann tað í 2009, 2010 og 2011, umframt at vinna tað aftur í ár. Lionel Messi skoraði 91 mál í 2012.
Hjá kvinnunum gjørdist amerikanska Abby Wambach ársins spælari í 2012.