Lionel Messi er heimins best lønta ítróttarfólk

Argentinski FC Barcelona-áleyparin hevur seinasta árið tjent 838 milliónir krónur í løn og sponsoravtalum.

Tann argentinski fótbóltsspælarin Lionel Messi er tað ítróttarfólk í heiminum, sum seinasta árið hevur tjent mest.

Tað vísir uppgerð frá pengamagasininum Forbes, sum hevur ein lista við teimum 100 ítróttarfólkum, sum tjena mest.

Barcelona-áleyparin tjenti frá juni 2018 til juni 2019 127 milliónir dollarar, sum er tað sama sum 838 milliónir krónur.

Tær 607 milliónir krónurnar fekk hann í løn og bonus, meðan 231 milliónir krónur komu frá sponsoravtalnum.

Seinast var tað tann ameirkanski boksarin Floyd Mayweather, sum lá ovast á listanum, men eftir at boksarin her hildin uppat, er fótbóltsspælarar í trimum teimum ovastu plássunum.

Soleiðis er Cristiano Ronaldo tað ítróttarfólk, sum tjenar næstmest, meðan Neymar liggur sum nummar trý.

Millum tey 100 best betaltu seiansa árið er bara ein kvinna.

Tað er amerikanska tennisstjørnan Serena Williams, sum liggur sum nummar 63 á listanum. Hon hevur tjent 193 milliónir krónur.

Í januar lá danski tennisleikarin Caroline Wozniacki nummar tvey eftir Serenu Williams á listanum yvir kvinnulig ítróttarfólk, sum tjentu mest í 2019.

Danska tennisstjørnan tjenti umleið 85 milliónir krónur í fjør.

Fyri at koma á topp-100 listan hjá Forbes skalt tú seinasta árið hava tjent minst 165 milliónir krónur.

Fyri fimm árum síðani var tað talið 114 milliónir krónur, men dýrari sjónvarpsrættindi hava gjørt ítróttarfólkini ríkari, skrivar Forbes.

 

/ritzau/