Línuskipini misjavnan fiskiskap undir Føroyum

- Dagarnir hjá línuskipunum eru misjavnir, men onkur dagur roynist hampiliga væl, sigur Niclas Davidsen, landingarformaður á Toftum.

Í morgun hevur Landingarmiðstøðin við Toftagjógv landað línuskipið Stapan, sum henda túrin hevur roynt norðanfyri. Nøkur skip hava seinastu dagarnar ligið norðan fyri, og Stapin er eitt av teimum.

 

Niclas Davidsen, landingarformaður á Toftum, sigur, at Stapin hevur umleið 60.000 pund, meginparturin av veiðini er toskur og hýsa.

 

Mánadagin og týsdagin var eingin landing á Toftum, men í morgin koma línuskipið Vesturhavið og garnaskipið Oknin inn at landa.

 

Niclas Davidsen sigur, at skipini hava boðað frá landing, men í løtuni er ikki greitt, hvussu nógv tey hava inni.

 

- Vit vænta eisini línuskipið Sigmund fríggjadagin við umleið 60.000 pundum av toski, hýsu og longu. Hesi trý línuskipini, Stapin, Vesturhavið og Sigmund, hava øll roynt undir Føroyum.

 

Niclas Davidsen sigur, at fiskiskapurin hjá línuskipunum undir Føroyum hevur verið misjavnur í seinastuni. Onkur dagur roynist hampiliga væl, og aðrir roynast minni væl.

 

- Í miðal munnu skipini í seinastuni hava ligið millum 8.000 og 10.000 pund á setuna, leggur landingarformaðurin aftrat.