Línuskipini fáa væl undir Føroyum

Í dag hava línuskipini Stapin og Kvik landað á Eiði, og skipini hava ligið um 10.000 pund á setuna.

Í dag hava línuskipini Stapin og Kvik landað á Eiði og skipini, sum bæði hava roynt undir Føroyum, hava ligið um 10.000 pund á setuna.

 

Stapin, sum landaði fyrst, hevði sløk 60.000 pund, og Kvik hevði sløk 55.000 pund. Meginparturin av veiðini hjá báðum skipunum var toskur og hýsa.

 

Tað var Landingarmiðstøðin við Toftagjógv, sum landaði skipini. Niclas Davidsen, landingarformaður, sigur, at Stapin hevur roynt norðanfyri og Kvik vestanfyri.

 

Bæði skipini høvdu havt seks setur í part, nú teir komu inn at landa.

 

Niclas Davidsen sigur, at Vesturhavið væntandi kemur inn at landa fríggjadagin, og væntandi landar skipið á Toftum.

 

- Jú, tað gongur frægari hjá línuskipunum undir Føroyum nú, enn tað hevur gjørt, og henda túrin høvdu bæði Stapin og Kvik brúkiligan fiskiskap, sigur landingarformaðurin.