Línuskipini eiga Flemish Kap

- Toskakvotan á Flemish Kap skal vera eitt varandi bein at standa á hjá línuflotanum. Tað sigur Alfred Olsen, formaður í Vinnunevndini hjá løgtinginum. Bæði meirilutin og minnilutin í Vinnunevndini brúka Flemish Kap sum argument fyri at skerja fiskidagarnar hjá línuskipunum

 

Tað er greitt, at línuskipini fáa færri fiskidagar næsta fiskiár, sammett við útlutaðu dagarnar í ár. Meirilutin í Vinnunevndini mælir til at skerja dagarnar hjá línuskipunum sjey prosent, og minnilutin mælir til at skerja dagarnar átta prosent.

 

Bæði meiriluti og minniluti vísa á, at støðan hjá toska- og hýsustovnunum undir Føroyum er sera hættislig. Tí er neyðugt at taka ítøkilig stig til at verja stovnin. Og tað stigið er at skerja fiskidagarnar.

 

Afturfyri skulu línuskipini kenna seg vís í, at tey eisini næsta fiskiár sleppa á Flemish Kap at royna eftir toski.

 

Meirilutin í Vinnunevndini skrivar soleiðis í sínum áliti:

 

”Tað eru í høvuðsheitum línuskipini, sum hava útvegað okkum tey søguligu rættindini á Flemish Kap, og eiga tey tí sín lutvísa rætt til hesa kvotu.”

 

Og minnilutin skrivar í sínum áliti:

 

”Tað var eitt framstig, tá landsstýrismaðurin eftir stórt politiskt trýst valdi at loyva línuskipunum og trolarum at fiska á Flemish Kap. Uttan iva eitt kærkomið fíggjarligt og vinnuligt íkast til flotan, sum eftir minnilutans tykki eigur at halda fram og leggjast í tryggar og varandi karmar.”

 

Tí hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fingið eitt greitt signal um, hvussu føroyska toskakvotan á Flemish Kap eigur at býtast næsta ár. Í ár er føroyska kvotan á Flemish Kap 3154 tons.

 

- Vit halda tað vera sjálvsagt, at línuskipini fáa sín stóra part av hesi kvotuni, eisini næsta ár, sigur Alfred Olsen, formaður í Vinnunevndini hjá løgtinginum.

 

Les eisini:

 

Fiskidagarnir verða skerdir