Línuskip koma miðskeiðis í vikuni

Streymurin verður góður, og veðrið verður eisini brúkiligt onkran av døgunum sum koma

- Fleiri línuskip eru til fiskiskap, men roknað verður ikki við, at nakað skip kemur inn at landa fyrr enn miðskeiðis í vikuni sum kemur.

 

Tað siga tey á Fiskamarknaði Føroya.

 

- Skipini fáa mest av toski og hýsu, og onkur hevur tó fingið nakað av longu og brosmu.

 

Lagt verður aftrat, at nøkur línuskip liggja inni, men fara væntandi út aftur í næstum, og fýra frystilínuskip eru á Flemish Kap.

 

- Streymurin verður góður, og veðrið verður eisini brúkiligt onkran av døgunum, sum stunda til. Tí verður roknað við, at onkrir útróðrardagar verða í næstu viku.

 

Útróðrarbátarnir fáa so at siga bara tosk og hýsu.