Línuskip eru á Íslandsryggi og í Eysturgrønlandi

– Fleiri línuskip eru farin til fiskarí eftir ein summarsteðg, men vit rokna við, at bara trý koma at landa síðst í vikuni. Tvey við svartkalva og eitt við brosmu og longu

– Fleiri línuskip eru farin til fiskarí eftir ein summarsteðg, men vit rokna við, at bara trý koma at landa síðst í vikuni. Tvey við svartkalva og eitt við brosmu og longu. Restin av línuflotanum eru antin nýliga byrjaðir ella fara út í vikuskiftinum. Teir sum eru úti, fiska mest av brosmu og longu, ein er á Íslandsrygginum og fiskar tosk og so er ein í Eysturgrønlandi.

 

Tað sigur Fiskamarknaður Føroya í metingini av fiskiskapinum komandi vikuna.

 

Streymurin er góður, og veðrið verður gott fyri tað mesta. Tí rokna tey eisini við nakað av útróðri.

 

Djúpvatnstrolarar fiska antin makrel ella liggja við kaj. Um partrolararnar verður sagt, at bara tvey pør fiska botnfisk, restin fiskar antin makrel ella liggja við bryggju. Eitt par landar mánadagin.

 

Fýra trolbátar eru til fiskarí. Fýra av teimum eru á Skeivabanka og fiska. Teir fáa mest av upsa. So eru tveir norðanfyri og fiska tosk og hýsu.

 

– Vit vanta, at allir landa síðst í vikuni, siga tey á Fiskamarknaðinum.

 

Bara eitt garnaskip er til fiskarí, sum kemur at landa mánadagin.