Línuskip á ymiskum leiðum

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at fimm línuskip, sum royna undir Føroyum, koma inn at landa í næstu viku.

 

Hesi skipini hava mest av longu og brosmu og smærri nøgdir av øðrum fiskasløgum.

 

- Vit vænta eisini eitt ella tvey línuskip undan Íslandi, og her er veiðan ein blandingur av ymiskum fiskasløgum.

 

Tvey línuskip eru á veg yvir á Flemish Kap.

 

Hetta er eisini tíðin, tá okkurt skal gerast við skipini. Onkur línuskip, sum eitt nú skulu á beding og málast, liggja í løtuni.