Sambært heimasíðuni jn.fo eru frystilínuskipini, Eivind og Klakkur, nú á veg yvir á Flemmish Kap. Væntandi tekur tað eini 6-7 samdøgur at koma á fiskileið.
Sum skilst, hava bæði skipini loyst í kvøld - Eivind í Miðvági og Klakkur í Klaksvík, og seinastu dagarnar hevur verið riggað til.
In.fo kann leggja aftrat, at tá bæði línuskipini kunnu frysta veiðina umborð, er væntandi, at skip og manning vera burtur, til lastin er full, um annars alt gongur, sum tað skal.
Myndin er av Klakki, og myndamaður er Dávur Winther.