Bara eitt línuskip er undir Føroyum og eitt er undir Ísland. Møguliga landa hesi bæði skipini síðst í vikuni. Skipini hava mest av toski, hýsu, brosmu og longu.
- Eitt ísfiskalínuskip, sum hevur fiskað við Flemish Kap, kemur heim at landa síðst í vikuni. Teir hava bara tosk.
In.fo kann leggja aftrat, at hetta er línuskipið Váðasteinur, sum nú er heimahoyrandi á Toftum.
- Trý frystilínuskip eru eisini við Flemish Kap. Tey verða væntandi inni fyrst í aðru viku.
Frystilínuskipini á Flemish Kap eru Klakkur, Kambur og Eivind.
- Restin av línuflotanum liggur við bryggju, men væntandi fara onkur skip út aftur um vikuskiftið.
Um útlitini til útóður, veit Fiskamarknaður Føroya at siga, at streymurin verður harður fyrst í vikuni, men batnar, sum vikan gongur.
- Veðrið verður umskiftandi, og væntandi verður nakað av útróðri, verður lagt aftrat.