- Tað er bara eitt línuskip, sum er til fiskiskap í løtuni. Veiðan er longa og brosma.
Fiskarknaður Føroya veit at siga, at skipið væntandi kemur inn at landa miðskeiðis í vikuni sum kemur.
Øll hini línuskipini liggja og pussa upp ella eru farin í summarfrí.
Um útlitini fyri útróðri, sigur marknaðurin, at streymurin verður vánaligur, og tí verður ikki roknað við nøkrum serligum nøgdum av útróðrarfiski teir næstu dagarnar.
- Vit hava kortini skilt, at onkur útróðrarbátur, sum fiskar við kalvalínu, kemur inn at landa í vikuni sum kemur, sigur Fiskamarknaður Føroya.