Línuflotin hall 10 ár á rað

Kemur ikki broyting í, má roknast við, at fleiri reiðarí noyðast at gevast.

 

Línuskipaflotin hevur havt nøkur fylgjandi vánalig ár, og vánaliga gongdin hevur havt við sær, at soliditeturin er fallin og var við árslok 2012 bert 9%, tá hugt verður yvir allan línuflotan undir einum.

 

- Veiðivirðið fyri hvønn veiðidag fall árini frá 2008 til 2009 og hækkaði nakað aftur frá 2009 til 2010. Síðan 2010 hevur veiðivirðið verið støðugt, men tó alt ov lágt til at geva lønandi rakstur.

 

Tað sigur grannskoðaravirkið Januar, sum hevur greinað gongdina hjá fiskiskipaflotanum við grundarlagi í almennum roknskapum.

 

- Línuflotin er gamal og í nógvar mátar ótíðarhóskandi. Verandi gongd kann ikki halda fram. Kemur ikki broyting í, má roknast við, at fleiri reiðarí noyðast at gevast.

 

Januar vísir á, at línuskipini hava havt møguleikan at fiska tosk á Flemish Kap og hevur hesin fiskiskapur í 2013 roynst væl.

 

- Men, prísurin hevur verið lágur og hevur tískil avmarkað íkastið til raksturin. Íslandskvotan er á sama støði sum undanfarin ár.

 

Lagt verður aftrat, at ábendingar eru um, at fiskiskapurin undir Føroyum roynist betri í ár enn undanfarin ár.

 

- Tað er tí okkara meting, at úrslitið fyri 2013 verður frægari enn í 2012, men tó ikki nøktandi.

 

Samanlagt hevur línuflotin givið hall heilt síðan ár 2003 - ella í 10 ár á rað.