Línufiskur endar í Íslandi

Føroysku ísfiskalínuskipini, sum fiska í Eysturgrønlandi, landa væntandi í Íslandi.

Fá línuskip eru til fiskiskap í løtuni. Tó eru trý línuskip í Eysturgrønlandi. Tvey eru á ísfiski, og eitt frystir veiðina umborð. Ísfiskaskipini landa ætlandi í Íslandi.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at eitt línuskip er á Rygginum, men kemur neyvan inn at landa í vikuni sum kemur.

 

- Onnur línuskip liggja klár at fara til Eysturgrønlands, og tá tey væntandi landa í Íslandi, verður ikki roknað við nógvum línufiski í næstu viku.

 

Lagt verður aftrat, at streym-og veðurútlit fyri næstu viku eru góð, og tí er væntandi, at nakað verður av útróðrarfiski.