Kunoy: - Linsa hevur eina sera góða ættartalvu, sigur Eliana.
Hon er uppkallað eftir mammuni, sum var ættað úr Miðvági, og sum var ein av raskastu hestunum í Føroyum til nærum øll sløg av ríðing. Pápin kallast Pegasus.
Hon fekk ryssuna fyri einum ári síðani, men enn hevur hon ikki riðið við henni.
Linsa er nevniliga ov ung til tað. Ikki fyrrenn á ólavsøku komandi ár kann Eliana so smátt byrja at venja ryssuna við at ganga, ríða og annað.
- Eg havi altíð havt áhuga fyri hestum, og nú eg fekk mín egna, er tað sum um ein dreymur er gingin út, slær unga hestakvinnan úr Kunoy fast.
Eftir hennara hugsan er ein hestur eitt sera vakurt djór, og til ber eisini at fáa eitt gott forhold til ein hest, um ein vísir áhuga og tol.
Í bygdini er í øllum førum ein maður, sum hevur sama áhuga fyri hestum sum Eliana. Hann fegnaðist sjálvandi um, at onnur eisini høvdu sama áhugan, og gav hann millum annað Elianu eina spennandi bók um hestar.
Eliana hevur síðani lisið ein hóp av bókum um hestar, men hon er so líðandi komin fram til eina niðurstøðu: Eingin av hesum bókunum sigur tað sama!
- Tí eri eg givin at lesa bøkur og fylgi bara mínum egnu ráðum um hestar, sigur hon við einum brosi.










