Viðurskiftini millum kjarnorkuveldini India og Pakistan hava verið heldur kaldlig í fleiri ár, men nú er líkt til, at tey eru til reiðar at tosa um trupulleikarnar. Indiski forsætisráðharrin, Manmohan Singh, sigur, at indiska stjórnin er sinnað at tosa um allar spurningar, sum skilja tey bæði londini, men at vantandi álit á hvør annan er tann størsti trupulleikin.
Pakistanska stjórnin sigur tað sama og vil fegin hava betri viðurskifti við grannan.
-Tað er greitt, at vantandi álit er ein trupulleiki. Vit mugu bøta um viðurskiftini, sum vit fáa álit á hvør øðrum, og soleiðis at fólkið í báðum londunum kann liva í friði og vælferð sum grannar, sigur talsmaðurin hjá pakistanska uttanríkisráðharranum, Abdul Basit.
Viðurskiftini millum India og Pakistan hava verið kaldlig, síðani pakistanskir yvirgangsmenn drupu 166 fólk í indiska býnum Mumbay í 2008.