Stongdar havnir
Í eitt heilt ár hava kanadiskir myndugleikar noktað føroyskum fiskiskipum atgongd til kanadiskar havnir. Hetta hevur ført til, at føroysku rækjuskipini, sum fiska á Flemmish Kap, hvørki kunnu leggja veiðina upp har yviri longur, ei heldur skifta manning. Fær eitt føroyskt rækjuskip maskinskaða á Flemmish Kap, kann tað ikki sleipast til lands í Kanada, men noyðist longu leiðina heim til Føroya. Einastu atgongdina, føroyskir fiskimenn hava í Kanada, er við havarí. Somuleiðis er eydnast fiskimonnum, sum eru vorðnir sjúkur umborð, at sleppa undir læknahond í Kanada. Tað hendi herfyri, tá ið ein av manningini umborð á rækjuskipinum, Høgafossi, gjørdist sjúkur. Tá flutti ein kanadisk bjargingartyrla mannin til lands.
Missa ein túr
Stongsulin hevur ført við sær, at føroysku rækjuskipini, sum kanska eru komin higar til lands einaferð um árið, nú noyðast heim til Føroya einar 5 ferðir um árið.
- Eg havi skilt, sigur Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri, at føroysku skipini soleiðis missa ein heilan túr um árið.
Orsøkin til stongsulin í Kanada, er sambært kanadiskum myndugleikum, at føroysk rækjuskip ikki hava gingið undir treytirnar fyri veiði í altjóða sjógvi á Grand Bank, sum NAFO setir.
Stríðið hevur staðist av, at NAFO ikki hevur tillutað Føroyum tey veiðirættindi, sum føroysku rækjuskipini sambært søguligum veiðitølum halda seg eiga har yviri.
Føroyska kvotan á Grand Bank røkkur nevniliga bert til nøkur heilt fá tons til hvørt av føroysku rækjuskipunum.
Og tað halda føroyingar vera órættvíst, tá ið vit vóru millum teir fyrstu, ið byrjaðu at fiska rækjur í altjóða sjógvi á Grand Bank.
Kemur ikki
Í samband við stóru fiskivinnustevnuna, sum verður í Runavík um mánaðarskiftið, apríl/ mai, bjóðaði Jacob Vestergaard fleiri fiskimálaráðharrum ? og har ímillum tí kanadiska ? til Føroya.
Men kanadiski fiskimálaráðharrin kemur ikki á hesum sinni.
Jacob Vestergaard sigur, at kanadiski fiskimálaráðharrin ynskti at koma til Føroya nakrar dagar fyri fiskivinnustevnuna, nevniliga 24. apríl, men seinni kom so aftur ein fráboðan úr Kanada um, at tað heldur ikki lá fyri hjá honum at koma higar til lands tá.
- Men eitt annað høvi at tosa saman er fyri framman, tí 16.-18. juni verður fundur millum norðuratlantisku fiskimálaráðharrarnar í Halifax í Kanada. Hetta er ein fundur, sum er á hvørjum ári, og hann skiftir millum londini, sigur Jacob Vestergaard.
Hómar ein linna
Landsstýrismaðurin sigur, at ein linni er at hóma í samband við stongsulin í Kanada, men hann ásannar, at enn eru viðurskiftini millum londini tíverri ikki komin uppá pláss.
- Og hetta er sera óheppið, heldur hann.
Jacob ivast í, hvussu umráðandi tað er hjá okkum føroyingum at halda fast um søguligu rættindini, vit meta okkum at eiga á Grand Bank, tá ið avleiðingin er, at Kanada steingir sínar havnir fyri føroyskum fiskiskipum.
- Spurningurin er, um tað vit fáa tillutað í okkara part, ikki kostar meira, enn hesi rættindi geva okkum.
Jacob ásannar, at tað verður stríggið hjá okkum føroyingum at fáa tey rættindi, vit halda okkum eiga á Grand Bank.
- Og seta vit okkara egnu kvotu á leiðini, er ikki væntandi, at stongsulin fær nakran enda, leggur hann aftrat.
Hann sigur, at tað, sum føroyskir myndugleikar hugsa sær í eini loysn av trætuni, er, at føroysk rækjuskip fáa nøkur rættindi í kanadiskum sjógvi afturfyri, at vit lora í krøvunum um Grand Bank.
- Men eingin endalig avtala verður gjørd um slík viðurskifti uttan í samráð við føroysku rækjuvinnuna.
Jacob sigur tó, at tað eru ávís tekin í vinnuni um, at hetta kanska er ein gongd leið burtur úr trætuni.
Uppfylla krøvini
- Vit hava roynt at uppfylt tey krøv, ið kanadiumenn hava sett, og í hesum sambandi hava vit ikki loyvt føroyskum rækjuskipum at fiska aftur á Grand Bank, síðan kanadiskir myndugleikar avgjørdu at steingja havnir sínar fyri okkara fiskiskipum. Somuleiðis hava vit uppfylgt krøvini um eygleiðara umborð á rækjuskipunum.
Landsstýrismaðurin sigur, at hesi stig hava verið við til at linna um viðurskiftini, men hann ásannar, at enn er ikki komið undir land.
Jacob Vestergaard skilir tó væl, at rækjuskipini ? í teirri støðu, tey eru í ? leggja trýst á landsstýrið og vilja sleppa innaftur á Grand Bank at fiska.
- Men viðurskiftini millum føroyskar og kanadiskar myndugleikar mugu loysast, og loysnir finnast bert við semjum, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum.