Linnet og sonur berjast um bestu røddirnar

Anne Linnet og sonurin Xander Linnet fara at kappast um bestu røddirnar í kappingunum hjá donsku sjónvarpsstøðunum.

Tað sigst, at Anne Linnet verður dómari í X-Factor á DR og Xander skal royna at fáa fatur á bestu røddunum í kappingini Voice - Danmarks besta stemme, á TV2.

X-Factor verður í januar á DR og Voice kappingin byrjar 15. september á TV2.