Linligur oddadystur

B71-FS Vágar 0-0
Vágamenn høvdu mesta spælið, men heimaliðið mundi tó farið við øllum, tá báðir niðurflytararnir hittust á Sandi leygardagin

2. deild

Hóast sumbingar enn eru á odda í bestu deildini, so er eingin loyna, at tveir teir fremstu favorittarnir til uppflytingarsessirnar í næst bestu deildini eru niðurflytararnir frá í fjør, B71 og FS Vágar.
Hesi bæði tørnaðu saman á Sandi leygardagin, og fyri báðar partar var galdandi, at talan helst skuldi gerast um trý stig, soleiðis at fylgjast kundi við oddaliðnum úr Sumba.
Bæði hava tey nevnliga verið fyri einum tapi higartil. Sandoyingar, tá teir vitjaðu í Sumba, og FS Vágar, tá teir sera óvæntað mátti lúta fyri HB.

B71 fekk størsta kjansins
Dysturin á Sandi endaði við málleysum javnleiki, og sum skilst, so mundi hetta eisini vera á góðari leið.
Tað vóru kanska gestirnir, sum høvdu betra spælið, men móti tøttu og vælvirkandi sandoyarverjuni høvdu teir sera ilt við at spæla seg til nakrar veruligar møguleikar.
Einamest vóru tað deyðbóltsstøður, sum elvdu til vanda, men her sýndi Valdemar Nowicki hjá B71, at høgur aldur als ikki nýtist at vera nøkur forðing hjá einum málverja. Og tað er framvegis sjón fyri søgn, at hóast hann nú er farin upp um tey fýrati, so man hann kortini teljast millum frægastu málverjarnar í landinum.
Sandoyingar løgdu størsta dentin á verjuspælið, og tí var kanska eisini avmarkað, hvussu nógv teir skaptu frameftir, men fáa minuttir fyri leiklok fingu teir tó nógv hin størsta møguleikan í dystinum. Hetta hendi, tá málverjin hjá vágamonnum fór fullkomuliga skeivur av einum innleggi, men lukkutíð fyri hann fór bólturin beint við síðuna, tá sandoyingur bert skuldi stýra bóltin móti manntóma málinum.

Halda fast
Hóas tað soleiðis ikki eydnaðist nøkrum av pørtunum at fáa trý stig burtur úr degnum, so merkti javnleikurin í Sumba tó, at fjarstøðan upp til oddasessin ikki vaks.
Komandi vikurnar skulu báðir favorittarnri so royna at ota seg nærri oddasessinum. Tá hava Vágamenn fyrst heimadyst móti NSÍ, fyri síðani at vitja í Klaksvík. B71 fær hinvegin tveir útidystir á rað. Fyrst ein av tí heldur torføra slagnum, tá leiðin gongur til Fuglafjarðar og síðani í Havn móti B36.

Dysturin í tølum
B71-FSV 0-0