Løgmanssteypið
Tað var bara annað liðið, sum hevði nakakð at spæla fyri, tá GÍ og EB/Streymur hittust í seinasta umfarinum í bólkaspælinum leygardagin.
Gøtumenn høvdu longu ognað sær fremsta sessin í bólkinum, og tí hevði dysturin einki at siga fyri teirra viðkomandi, og hetta merkti eisini í ávísan mun dystin. Onkrir av vanliga føstu leikarunum hava smærri skaðar at dragast við, og tí hevði venjarin valt at spara hesar, so teir heldur kunnu vera tøkir, tá GÍ fríggjadagin skal royna seg í fjórðingsfinalunum.
Hvørgin vildi
Hjá EB/Streymi ráddi um at fáa í minsta lagi annað stigið, sum eftir øllum sannlíkindum at døma kundi tryggja teimum pláss í fjórðingsfinaluni. Sum støðan í bólkunum var, so tryggjaði hetta í øllum førum samansetta liðnum eitt triðja pláss í bólkinum, og treytað av at Skála tapti í Havn, vildi javnleikurin eisini innibera, at EB/Streymur ikki gjørdist vánaligasti trý?arin í bólkaspælinum.
Tað var hampuliga tíðliga í dystinum greitt, at tað meira enn so kundi henda seg, at talan fór at gerast um málleysan javnleik. Gøtumenn løgdu lítið fyri í spælinum frameftir, og tó at tað kanska var meira bit í gestunum, so satsaðu teir heldur ikki alt ov nógv frameftir, av ótta fyri einum kvikum mótálopi frá vertunum.
Vandamestu málmøguleikarnir áttu gestirnir eisini, og við eitt sindur av hepni kundi Sorin Anghel tryggjað liðnum ein heldur óvæntaðan sigur, men tær ferðirnar, at vandi veruliga var á ferð, sýndi Hallur Joensen í GÍ málinum við frálíkum refleksbjargingum, at genini frá pápanum ikki eru burturspilt.
Torførar fjórðingsfinalur
Sum heild gjørdist talan soleiðis um eina heldur linliga uppgerð, men tað mundu partarnir tó leggja vertin á. Ikki minst gestirnir munnu fegnast um javnleikin, sum gav atgongd til fjórðingsfinalurnar, men nógv bendir á, at hetta verður endastøðin hjá liðnum.
Í øllum førum háttaði lutakastið tað soleiðis, at EB/Streymur skal til Vágs at spæla, og tó at liðið í fjør stóð seg rættiliga væl ímóti VB, so er munurin á pappírinum tó somikið stórur, at hetta talar fyri einum heimasigri.
Gøtumenn høvdu sum vinnarar av bólkinum nakað betri fortreytir undan lutakastinum, men nakran lættan dyst fingu teir so undir ongum umstøðum. Tað var greitt, undan lutakastinum, at talan fór at gerast um heimadyst móti antin B36 ella B68, so lættan dyst gjørdist talan á ongan hátt um, tó at hagtølini tala fyri, at B36 vildi verið meira hóskandi hjá gøtumonnunum.
Soleiðis gjørdist tó ikki. Talan verður um eysturoyaruppgerð í fjórðingsfinaluni, og skuldi GÍ vunnið hesa, bíðar eftir øllum at døma enn eitt eysturoyarlið. Treytað av, at NSÍ vinnur sína fjórðingsfinalu, so talan verður í øllum førum um eina strævna leið fram til finaluna, um GÍ skuldi komið somikið langt í ár.
Dysturin í tølum
GÍ-FSV 0-0