Kurt Mørkøre kundi helst hugsað sær eina øðrvísi mótstøðu, nú hann fyri fyrstu ferð stóð á odda fyri øðrum liði enn KÍ í fremstu føroysku fótbóltsdeildini.
Øll mótstøðulið koma tó fyri tríggjar ferðir um árið í landskappingini, og tí máttu kenslurnar leggjast til viks, tá B36 legði fyri við heimadysti móti júst KÍ. Kenslur, sum ivaleyst eisini raktu Jákup Mikkelsen, Allan Mørkøre og Ova Nysted, sum allir hava sín uppruna í KÍ.
Á vøllinum sást tó ikki so nógv til, at B36 hevði hug at geva KÍ tað heilt stóra. Heldur kundi tað verið øvugt, tí tað man vera hampuliga langt síðani, at KÍ hevur framt eitt somikið tannleyst avrik, sum teir gjørdu sunnudagin.
B36 vann sær heilt skjótt eina greiða yvirvág í spæli, og fyrsta hálva tíman skaptu teir eisini onkrar góðar møguleikar. Tann størsta átti Fróði Benjaminsen longu eftir fýra minuttum, tá hann í góðari støðu stútaði beint á Meinhardt Joensen. Onkra aðru ferðina var eisini vandi á ferð, men eftir 23 minuttum fekk B36 hol á. Sylla, sum hóast alt gjørdist partur av liðnum hjá B36 í ár, takkaði fyri álitið, tá hann fangaði langa sending, sum Ove Nysted longdi inn um verjuna. Ivorianin var ískaldur og rundaði málverjan, áðrenn bólturin varð sendur í meskarnar.
Tómgongd
Málið doyvdi spælið hjá B36 nakað, og tá KÍ heldur ikki hevði hug at svara stórvegis aftur, gjørdist talan um langa tómgongd restina av hálvleikinum.
Og fyri ein stóran part helt tómgongdin eisini fram eftir steðgin. Í øllum førum hugsaði B36 nú meira um verjuskyldurnar, og tí trektu teir seg leingi langt aftur á vøllin. Tað gav KÍ bæði tíð og pláss at spæla bóltin runt, men tað var so eiðasørt, at veruligir møguleikar spurdist burturúr. Sera sjáldan eydnaðist at spæla aftur um verjuna hjá B36, og tí komu flestu innleggini beint í pannuna á verjuspælarum, sum støðugt ruddaðu vandan burtur. Um nakað, so kundi B36 økt um munin, men Ove Nysted, sum spældi allan dystin í álopinum, sendi beint framvið, tá Meinhardt sera væl kom út ímóti.
Ov lítið bit
At B36 í seinna hálvleiki sendi landsliðsspælaranar, Mikkjal Thomassen, Berg Midjord og Hanus Thorleifsson á vøllin, bøtti ikki tað stóra um spælið. Men hóast tað, so mundi tað kennast hugagott, at venjarin soleiðis kundi hvíla tríggjar somikið týðandi spælarar. Ikki minst tí Heini í Skorini og Johan V. Gunnarsson báðir arbeiddu sera væl sum avloysarar.
Eins og hjá KÍ, so er tó eingin ivi um, at meira ferð skal setast á, um liðið aftur í ár vil verða partur av oddastríðnum. Kanska var talan um tvey hálvgum rustað lið, sum fyrst skulu smyrjast. Men fyri Tony Pars man tað serliga vekja ans, at menn hansara ikki megnaðu at spæla seg til ein veruligan møguleika, hóast teir í næstan heilan hálvleik spældu á hálvuni hjá mótstøðuni.
B36 3 bóltar
KÍ 2 bóltar