Fótbóltur
Á heimasíðu sínari skrivar KÍ, at Kurt Mørkøre og Jógvan Linklett eru komnir ásamt um, at hesin seinni nevndur framyvir skal taka sær av málmansvenjingini í felagnum.
Jógvan Linklett hevur annars ikki verið so nógv frammi í føroyskum fótbóltshøpi seinnu árini, men føroyingar og serstakliga klaksíkingar fara helst seint at gloyma tíðarskeið hansara millum stengurnar. Bæði hjá KÍ og føroyska landsliðnum. Og tó at vit í dag hava tveir málverjar á landsliðnum, sum báðir hava roynt síni evni uttan fyri landoddarnar, so eru fleiri á einum máli um, at Jógvan helst er besti málverjin, sum føroyingar hava átt.
Hetta er so enn ein liður í arbeiðinum hjá KÍ í vetur, har bæði innihald og karmar hjá besta mansliðnum eru styrktir munandi, og skulu vit trúgva leysasøgunum, so er als ikki víst, at hetta arbeiði er liðugt enn. Í øllum førum hava leysasøgurnar stóran skund við at senda Marek Wiersbicki aftur til Klaksvíkar, har hann í 1999 var við til at vinna FM, men enn hevur tað so ikki eydnast okkum at fáa hesi tíðindi váttað.