Linkin Park skal hjálpa The Dreams

Eftir at hava hoyrt demoupptøkur av nýggjastu fløguni hjá The Dreams, ynskja fólk handan heimskenda tónleikabólkin Linkin Park at føra føroyska tónleikabólkin fram kring knøttin

Eru The Dreams eitt stórt navn í Føroyum og Danmark, so er Rob McDermot eitt navn, ið er nógvar ferðir størri á altjóða tónleikapallinum.
Eftir at hava arbeitt við heimskendum bólkum sum Linkin Park, Rob Zombie, Pantera og Staind, fyri at nevna nakrar, hevur Rob McDermott eftir øllum at døma kastað sín alsk á The Dreams.
– Hann hevur kontaktað okkum og sigur, at hann er tann rætti maðurin at gera okkum heimskendar, fortelja teir báðir Hans Edward og Corfitz.
At Rob McDermott kann vera lykilin til eitt altjóða gjøgnumbrot, er lítið at ivast í. Rob McDermott hevur stýrt bólkinum Linkin Park síðani 2000, og hetta tíðarskeið hevur bólkurin selt omanfyri 50 milliónir fløgur. Hetta hevur havt óteljandi heiðurslønir við sær, millum annað tvær Grammy og tríggjar MTV Video Music Awards virðislønir.
Í løtuni arbeiða fólkini aftanfyri The Dreams við at gera eina avtalu við Rob McDermott, og Hans Edward og hinir í føroyska bólkinum eru bjartskygdir.
Teir hava fingið at vita, at tónleikur teirra heldur, at teir sum persónar passa væl saman og teirra stílur er tann rætti.
– Hann hevði bara rós at bera okkum, sigur Hans Edward, sum eins og hinir í The Dreams hava eitt sindur ilt við at trúgva, at ein so stórur maður vísir teimum so stóran áhuga.