Nýggja fløgan hjá Linkin Park ?Minutes to Midnight? er komin drønandi beinleiðis inn á 1. plássið á amerikanska Billboard 200 sølulistanum.
Ongin fløga hevur í 2007 selt so væl sum henda eftir eini viku ? 623.000 eintøk. Sambært hagtalsstovninum Nielsen SoundScan, er hetta mest seljandi fløga, síðani Jay-Z í desember í fjør seldi 680.000 eintøk av ?Kingdome Come? fyrstu vikuna, tann fløgan var í amerikansku sølubúðunum. Seinastu tvey árini eru tað bert fýra útgávur, ið hava megnað at selt fleiri enn 600.000 eintøk eftir eini viku. Seinasta útgávan hjá Linkin Park ? ?Meteora? frá 2003 ? kom eisini trygt inn á fyrsta plássið. Tann fløgan seldi heili 810.000 eintøk fyrstu vikuna.