LinkedIn slettaði 42 ára gamla føroyingin

Tað var miðilin LinkedIn, sum meldaði 42 ára gamla føroyingin. Men tað steðgaði ikki samskiftinum í fyrstu atløgu

Tá ið LinkedIn varnaðist, at ónærisligt tilfar og barnapornografiskar myndir vórðu sendar millum 42 ára gamla føroyingin og mammu at 4 ára gomlum dreingi, meldaði LinkedIn málið til amerikonsku fregnartænastuna FBI. FBI valdi síðani at melda málið í Danmark umvegis amerikonsku sendistovuna. 

 

 

Les eisini: Lyngby: Tekur sær góða tíð at svara og er púra róligur

 

 

Og 11. juli í fjør valdi LinkedIn eisini at sletta bæði føroyingin og mammuna av síðuni. Men tað steðgaði teimum ikki í fyrstu atløgu, tí í eina tíð eftir hetta hildu tey fram við samskiftinum á telduposti. Tann 19. september í fjør fór danska løgreglan síðani eftir mammuni og handtók hana, eftir at hon hevði koyrt drongin í barnagarð. Fýra ára gamli drongurin varð sama dagin avhoyrdur av løgregluni við videoupptøkum, og eftir hansara frágreiðing varð mamman varðhaldsfongslað.

 

 

Les eisini: FBI feldi føroyingin 

 

 

Tann 16. oktober í fjør handtók løgreglan tann 42 ára gamla føroyingin á flogvøllinum í Kastrup. Hann hevur verið fongslaður síðani. Í kjatti við 43 ára gomlu mammuna greiddi hann frá ymiskum ónærisligum viðurskiftum, men undir avhoyringini í dag segði hann tó, at alt var sagt út frá einum fantasii, og at hann tískil ikki helt, at kvinnan meinti nakað av tí í álvara. Rættarfundurin er liðugur fyri í dag, men heldur fram í fleiri dagar aftrat. 

 

 

Les eisini: Føroyingurin noktar seg sekan