Linie 3 endurreist

Eftir steðg í seks ár er trioin við tónleiki og skemti við at gera klárt til nýtt umfar. Teir tríggir hava kallað inn til tíðindafund hósdagin at greiða frá komandi ætlanum. Hvør minnist ikki teir tríggjar stóru skemtararnar, Thomas Eje, Anders Bircow og Preben Kristensen. Og nú ætla teir at avdúka komandi ætlanir. Og gitt verður, at teir ætla at hava eitt show í Tivoli, fyri síðani at ferðast runt í landinum.

Síðani Thomas Eje kom aftur frá sínum miseydnaða og hundadýra uppihaldinum í Las Vegas, har tað ikki eydnaðist honum at sláa ígjøgnum, hava søgur gingið um at trioin fór at finna saman aftur.

Preben Kristensen hevur áður sagt, at hann helst vildi tað henda í konsertformi, við minni fokus á skemt og paridiir og meira á tónleikin, men enn er ov tíðliga at siga nakað um tað.

Linie 3 hevur verið mest markanta pengamaskinan í donskum showbiz. Milliónirnar rullaðu inn í góðu árunum, og allir tríggir gjørdust fleirmillióningar. Pengatankin er kortini vorðin slunkin seinnu árini, og bara Preben Kristensen hevur megnað at varðveitt vunnu pengarnar.

Seinastu ferð Linie 3 traðkaði fram, var í 2004, tá trioin markeraði sítt 25 ára jubileum, skriva donsk bløð.