Ein hátrýstsryggur kemur inn yvir Føroyar av vestri og ger veðrið støðugari. Mánadagin kemur eitt nýgg brúgvalag við regni inn yvir okkum av vestri, síðani ælaveður og lýggjari lugt. Hósnáttina kemur aftur eitt brúgvalag við regni og vindi inn yvir okkum av suðri.
Í dag
Andøvsgul upp í ein strúk av norðri, 8 til 13 m/s, sum seinnapartin makar nakað. Sólglottar og kanska okkurt æl, møguliga við vátaslettingi. Hitin millum 2 og 5 stig. Um kvøldið makar hann vindin í lot til gul av útnyrðingi, undir 5 m/s, men út á náttina lækkar hann í ein sunnan og øtlar í andøvsgul upp í ein strúk aftur, 8 til 13 m/s. Samdrigið og sum frá líður turt, men um náttina meiri skýggjað. Hitin millum 2 kuldastig og 3 hitastig, eitt sindur hægri sum náttin líður.
Í morgin
Hann øtlar vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s. Tað verður skýggjað og regn og hitin upp í 5 til 9 stig. Seinnapartin snarar hann í vestan og útnyrðing og makar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Tað klárar í, tó framvegis okkurt æl. Um náttina andøvsgul upp í ein strúk av vestri, 8 til 13 m/s. Samdrigið og okkurt æl og hitin millum 4 og 8 stig.
Týsdagin
Hann øtlar vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri, 10 til 15 m/s. Samdrigið og ælaveður og hitin millum 3 og 8 stig.
Mikudagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri, 10 til 15 m/s, sum út á dagin makar í gul til stívt andøvsgul og lækkar í ein útsynning, 5 til 10 m/s. Ælaveður og hitin millum 5 og 8 stig. Um kvøldið øtlar hann vindin og um náttina verður andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, seinni suðri, 8 til 13 m/s. Sum frá líður skýggjað og regn. Hitin millum 7 og 10 stig.
Hósdagin
Hann øtlar vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi og suðri, 10 til 15 m/s, seinni av útsynningi. Skýggjað og regn, seinni klárar í, men okkurt æl. Hitin um dagin um 10 stig, um náttina millum 2 og 5 stig.
Fríggjadagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, eitt skifti upp í skrið, 18 m/s. Samdrigið og ælaveður, sum frá líður við vátaslettingi. Hitin um dagin millum 4 og 6 stig, um náttina niður í 1 hitastig.