Linfield-venjarin gremur seg: Skaðar og vantandi dystarvenjing

Venjarin hjá Linfield, David Jeffrey, hevur eftir øllum nóg mikið at stríðast við undan dystinum ímóti B36 týskvøldið.

- Tað er ein vansi, at vit skulu so tíðliga í gongd aftur. Vit hava eisini Michael Gault, Philip Lowry og og William Murphy skaddar, somuleiðis sum vit mugu kanna støðuna hjá Albert Watson nærri. Hann er júst heimkomin av feriu, men hevur vant hvønn dag meðan hann hevur verið burturi. Hetta var einasti møguleiki hansara at fara á feriu, so tað er greitt, at vit hava nakrar fløkjur at fáa greiðu á, men eg má siga, at eg eri nøgdur við hópin í løtuni, sigur hann tó.
- Dysturin ímóti Bangor var ein góð venjing hjá okkum, men eg eri vónbrotin av tí málinum, vit fáa ímóti okkum. Nakrar støður mugu vit bara taka til takkar við henda partin av árinum. (…) Mótstøðulið okkara er 14 dystir inni í teirra kappingarári, so hetta verður ein dystur, har vit av álvara mugu vera á tærnum, sigur David Jeffrey.