Linfield kemur aftur til Føroyar

Lutakastið til fyrstu undankapping í Europa League er avgreitt

Norðurírska Linfield sleppur ikki undan at spæla í Føroyum. Tað er greitt aftaná lutakastið til fyrstu undankapping í Europa League.

 

Tað verður NSÍ, sum fær gleðina av at hýsa Linfield hesa ferð. Linfield var fyrstu ferð í Føroyum í 2012, tá ið teir leiktu ímóti B36. Í 2013 var ÍF mótstøðuliðið, og í fjør var tað so aftur B36, sum Linfield spældi ímóti. Felags fyri allar tvídystirnar ímóti føroyingum er, at Linfield hevur leikt seg víðari á hvørjum ári.

 

HB skal spæla ímóti FK Trakai úr Litava. Síðani er tað Víkingur, ið annað árið á rað fær norska mótstøðu. Tað verður nevniliga norska stórfelagið, Rosenborg, ið Víkingur skal spæla ímóti. Í fjør megnaði Víkingur at vinna ímóti norska Tromsø í øðrum undanumfari, men dysturin ímóti Rosenborg verður helst ein sera stórur biti at svølgja fyri gøtumenn og leirvíkingar.