Line Rafn og Paw úr ?Infernal? eru nú frammanfyri ?X Factor?-Martin á iTunes.
- Tað gongur fantastiskt. Vit hava júst skumpað Martin av toppinum við okkara nýggju stakfløgu ?Downtown Boys?, fortelur dómarin í X Factor, Lina Rafn.
Bólkurin hjá henni, Infernal, og sangurin ?Downtown Boys? komu beint inna á eitt 1. pláss á iTunes, tí sangurin varð tikin niður so ofta, og á almenna listanum, er sangurin nr. 3.
Hon sigur tó samstundis, at tað kenst heldur løgið, tí hon er sum ein mamma fyri Martin, men at hon eisni er vís í, at Martin onki leggur í tað. ? Hann hevur fingið sín túr á 1. plássinum, og hann skal nokk klára seg.
Line og Paw hava verið í bólkinum Infernal í skjótt 11 ár, og tí kemur bólkurin í fyrstu røð hjá Line. Um næsta røð av X Factor passar saman við arbeiðinum í Infernal, so vil Line fegin vera við, men um tað ikki ger, so velur hon Infernal fram um.
Nýggja fløgan hjá bólkinum, ?Electric Cabaret?, kemur út innan tær næstu tríggjar vikurnar.