Line leyp uppfrá

Tað var eingin ivi hjá Line Rafn um, at føroyski Jógvan Hansen verður millum tey trý, sum hon sendir til live-show’ini í X-Factor

 

 

Undan X-factor sendingini á DR í kvøld, høvdu luttakararnr verið í gamla fongslinum í Horsens. Har verða nakrar av størstu konsertunum í Danmark hildnar, men hesa vikuna hevur talan verið um venjingarlegu – bootcamp.

 

Hvør dómari hevði undan sendingini fimm luttakarar. Í bólkinum fyri eldru solistarnar hevur føroyski Jógvan Hansen bitið seg fastan, og hann verður framvegis partur av sendingini, nú talan verður um live-show.

 

Hesa ferð tóktist eingin ivi vera. Tá Jógvan hevði sungið fyri Line Rafn, sum er mentor hjá “teimum vaksnu”, og aftur var á veg upp gjøgnum trappurnar, sást kenda danska sangarinnan leypa upp frá í gleði. Og tá einstøku luttakararnr fingu boð, um teir sluppu víðari ella ikki, vóru boðini treytaleyst: Selvfølgelig skal du med!

 

Og Jógvan var so ikki millum teirra, sum í kvøld vórðu send úr kappingini. Hann verður við, tá veruliga X-factor show’ið byrjar. Og tað byrjar komandi fríggjakvøld.